Politikkur

BANG, men vit vaknaðu ikki ... ella gjørdu vit?

Vit hava tosa um tað leingi, enntá sett viðkomandi fyrispurning í Løgtinginum.

2026-03-25 20:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Íslandi vakna tey nú við einum kaldum veruleika, vónandi vakna vit áðrenn tað er ov seint.

Ein grov álop- og drápsroynd mitt í Reykjavík. Tað, sum vit hildu var langt burturi, er nú beint hjá.

Hvussu ofta skulu vit hoyra hetta, áðrenn vit vakna? Hvussu ofta skulu vit síggja harðskap, ótta og blóð, áðrenn vit siga: Nú er nokk?

Hetta snýr seg ikki longur um “kanska” – hetta snýr seg um veruleika. Tað snýr seg um trygd. Tað snýr seg um okkara framtíð.

Føroyar hava eitt val. Antin gera vit einki og vóna tað besta – ella taka vit ábyrgd og seta greið mørk, áðrenn tað er ov seint.

Vit mugu tora at siga tað, sum onnur ikki tora: okkara land er ikki opið fyri øllum. Okkara lógir, okkara virðir og okkara lívsháttur standa fast. Tey eru ikki til samráðingar.


Vit góðtaka ikki harðskap. Vit góðtaka ikki kúgan. Vit góðtaka ikki, at fremmand virðir fáa rót í okkara samfelag.
Spurningurin er einfaldur: skulu vit bíða, til tað hendir her – ella skulu vit handla nú?

Valið er tykkara.
Veljið Miðflokkin
Veljið Ólav í Geil

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder