
Talvsamband Føroya skrivar:
9. og næstsíðsta umfar, í talvkappingini Xtracon chess open, bleiv telvað í gjár. Føroyingarnir fingu 50%, 2½ av 5 møguligum.
Janus kláraði aftur í dag at fáa ein sera góðan sigur, ímóti telvara við væl hægri styrkitali. Talvið hjá Janusi er viðmerkt her:
http://www.viewchess.com/cbreader/2016/7/30/Game523402968.html
Janus liggur nr. 2 í sínum ratingsbólki, so spennandi verður at síggja, hvussu tað kemur at ganga í morgin. Teir byrja at telva kl. 09 í morgin. Fylgjast kann við gongdini her: http://xtraconchessopen.dk/
Høgni telvar live í morgin, tað talvið sæst her: http://www.liveskak.dk/2016/XCO/2/live.php
Støðan áðrenn síðsta umfar sær soleiðis út:
NR. Navn Stig Rating +/-
65 Høgni Egilstoft Nielsen 6 -27,6
146 Sigurð B. Justinussen 5 +4,8
164 Janus Skaale 5 +124,0
329 Jón Magnus Joensen 3
336 Sigurd Joensen 3 +5,6
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald