Politikkur

Landsstýriskvinnan hevur hitt nýggja Arbeiðsumhvørvisráðið

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur hitt nýggja Arbeiðsumhvørvisráðið.

2026-06-28 14:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Forkvinna í ráðnum er Evelyn Gaard, sum er tilnevnd av landsstýriskvinnuni eftir tilmæli frá Arbeiðsumhvørvisráðnum. Hinir limirnir eru:

  • Marius Thomassen, umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini
  • Irdi Neshamar, umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini
  • Heri Vík, umboð fyri arbeiðstakarafeløgin
  • Suni Simonsen, umboð fyri arbeiðstakarafeløgini
  • Bina Reginsdóttir, umboð fyri landið og kommunufelagið
  • Annika Helgadóttir Davidsen, umboð fyri starvsfólkini hjá landinum og kommununum


Umframt at heilsa upp á nýggja ráðið nýtti landsstýriskvinnan høvið til at tosa við ráðið um ætlanirnar fyri komandi tíðina. Landsstýriskvinnan ynskir at raðfesta arbeiðsumhvørvið í Føroyum og at arbeiða fram í móti einari nullhugsjón, tá ið tað snýr seg um arbeiðsvanlukkur. 

Arbeiðsumhvørvisráðið verður ein virkin og týðandi partur í arbeiðinum við at fremja eina nullhugsjón á føroyska arbeiðsmarknaðinum og skal vera við til at gera tilmælir og uppskot um, hvussu arbeiðið kann skipast, so málið verður rokkið.

Landsstýriskvinnan ynskir nýggja Arbeiðsumhvørvisráðnum blíðan byr í arbeiðinum og takkar fráfarna ráðnum fyri teirra íkast og arbeiðssemi seinastu árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder