Endaliga uppgerðin av vinnuroknskaparhagtølum um, hvussu tað gekk í vinnuni í 2012, vísir, at flestu vinnugreinarnar høvdu yvirskot, men at fleiri stórar vinnur gingu aftur.
Sæð yvir eitt longri tíðarskeið var samlaða úrslitið hjá vinnuni í 2012 hampuligt, sí myndina niðanfyri.
Viðm.: ??rslit uttan kapitalpartar er, tá yvirskot (ella undirskot), sum móðurfeløg hava av dóttirfeløgum o.l., ikki er við. ??rslitið við kapitalpørtum er at síggja í hagtalsgrunninum.
At føroysku vinnurnar sveiggja nógv, sæst av myndini niðanfyri, har vinnan er býtt í teir tríggjar høvuðsbólkarnar: Tilfeingisvinnur, vøruframleiðsluvinnur og tænastuvinnur.
Afturgongdin í vinnuni í 2012 stavar serliga frá tilfeingisvinnuni. Eftir hesum uppbýtinum gingu allar tilfeingisvinnurnar aftur frá 2011 til 2012, sí talvuna niðanfyri. Samlaða úrslitið í tilfeingisvinnunum er næstan farin niður í helvt síðani 2010, meðan samlaða úrslitið í vøruframleiðsluvinnunum er nøkurlunda stabiliserað og vøksturin í samlaða úrslitinum í tænastuvinnunum heldur fram.
Burtursæð frá feskfiskaveiði, sum hevur havt hall síðani 2007, so høvdu hinar vinnurnar yvirskot. Í feskfiskaveiði versnaði úrslitið munandi í 2012. Hetta var bæði orsakað av minni fiskiskapi, men eisini av niðurskrivingum av virðum og tap við sølu av ognum. Onnur fiskiveiði er í hagtalsgrunninum býtt í verksmiðjuskip/rækjuskip, uppisjóvarskip og annað virksemið í samband við fiskivinnu. ??rslitið í øllum hesum bólkum gingu aftur. ??rslitið hjá fiskaalingini, t.e. virksemið í sjónum, gekk aftur annað árið rað, aftaná tað serliga góða árið í 2010.
??rslitið hjá vøruframleiðsluvinnunum minkaði eitt sindur í 2012 í mun til 2011. Byggivinnan og fiskavirking, t.e. flaka- og saltfiskavirki, høvdu eitt betri ár í 2011 enn árini frammanundan, men í 2012 gekk aftur verri. Hinvegin gekk tað betur hjá aðrari fiskavirking, t.e. m.a. uppisjóvarvirki. ??rslitið hjá ídnaði annars var eisini væl betur, men burtursæð frá evnavøruvirkjum, har yvirskotið vaks nógv, so gekk tað verri hjá flestu av hinum vinnugreinunum í bólkinum. Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.
Síðani 2007, tá samlaða tænastuvinnan hevði undirskot, er tað gingið framá. Nakrar vinnur standa tó mestsum í stað. Tað eru mest gongd í vinnum sum gistihús/matstovur, flutningur eftir landi og sjónum og so aðrar vinnur, ið hava við útlandið at gera.
Víst verður annars til hagtalsgrunnin, har vinnan er býtt í tilsamans 41 vinnugreinar.
Umframt samlaða raksturin og javnan fyri hvørja vinnugrein, síggjast eisini nøkur lyklatøl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald