2016-09-05 14:03

Vágs kommuna hevur nú fingið sett upp tvey vevmyndatól í Vági.
Tað eina vevmyndatólið vísir vestur gjøgnum bygdina, vestur á Vágseiðið. Meðan hitt vevmyndatólið vísir havnalagið og uttara part av bygdini.
Tað hevur longi verið eitt ynski at fáa vevmyndatól sett upp í Vági. Og nú eru so tvey vevmyndatól sett upp.??tlanin er eisini at kanna møguleikan fyri at seta fleiri vevmyndatól upp í kommununi.
Vevmyndatólini eru sett upp í góðum samstarvi við Trygdartøkni.
Leinkja til vevmyndatólini á heimasíðuni hjá Vágs kommunu er her:http://vagur.fo/?page_id=5715
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald