www.skipini.fo skrivar:
Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.
Nýggja partafelagið Baglhólmur í Vági hevur keypt trolararnar Vesturvarða og Vesturskin úr Sørvági.Hvør trolarin er keyptur fyri 12 mió. kr.
Vesturskin hevur fingið navnið Pumin K, og er skrásettur í Lopra. Vesturvarði eitur nú Tórun K og hevur heimstað í Vági.
Vesturskin og Vesturvarði høvdu 120 fiskidagar hvør.
Higartil er eingin fiskidagur brúktur í hesum fiskiárinum sambært yvirlitinum hjá Vørn, so Pumin K og Jórun K hava 120 fiskidagar hvør til 1.september.
Kalsevni og Grímur Kamban
Trolararnir eru bygdir á Akureyri í 1986-87. Teir komu til Føroya í november 2002 og itu tá Kalsevni og Grímur Kamban.
Teir, sum eiga nótaskipið Grunnabarð, stovnaðu partafelagið Baglhólm herfyri.
Tað hevur ljóðað, at feløgini South Pelagic og Baglhólmur arbeiða við at keypa danska nótaskipið Asbjørn Senior, sum kom til Føroya úr Hirtshals 1.juni.
Asbjørn Senior liggur á Kollafirði, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni hjá sær í dag, tað skrivar www.skipini.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald