Vinna

Vesturleiki landar svartkalva í Ánunum

...

2014-06-13 20:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sørvágstrolarin Vesturleiki hevur í dag landað 104 tons av svartkalva á Kósini. Vesturleiki hevur hendan túrin roynt eystanfyri. Svartkalvin hevur góðan prís.

Vesturleiki er nú á veg á Skála, har teir skulu eftirhyggja høvuðsmotorin og frystiútgerðina, tað kemur at taka einar 4 vikur.

Hin sørvágstrolarin - Brestir - bunkrar í dag í Íslandi, teir royna eftir svartkalva undir Eystur-Grønlandi, Brestir hevur 200 tons inni. Brestir lastar 300 tons av svartkalva.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder