2016-08-09 07:28

Gulllaksaskipini Vesturbúgvin og Eysturbúgvin landaðu á Toftum í gjár. Teir høvdu tilsamans 175 tons, sum var koyrt til Tavuna í Leirvík, sum keypir gulllaksin.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin høvdu roynt vestanfyri.
Teir fóru nýggjan túr seint í gjárkvøldið, leiðin gekk vestureftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald