Vinna

Vágbingar ætla at keypa Asbjørn Senior

...

2014-06-05 16:20 Author image
placeholder

KVF skrivaði í gjár: Asbjørn Senior er komin til Føroya, men keypið er ikki endaliga avgreitt.

Á middegi mánadagin kom danska nótaskipið Asbjørn Senior á Havnina úr Hirtshals.Og í morgun fór Asbjørn Senior til Kollafjarðar at liggja.

??tlanin er at keypa skipið til Føroya at fiska uppsjóvarfisk.

P/f South Pelagic í Vági, sum eigur Grunnabarð, ið hevur royndarloyvi at fiska hvítingsbróðir til hálvan juli, hevur, sambært in.fo, arbeitt við at fáa Asbjørn Senior í føroyska flotan, og felagið hevur søkt um loyvi at fiska uppsjóvarfisk.

Hava stovnað nýtt partafelag

Í síðstu viku varð so nýtt partafelag stovnað í Vági, P/f Baglhólmur, við sama endamáli sum South Pelagic, millum annað at reka skip.Nevndarformaðurin í South Pelagic, Finnbjørn Poulsen, og stjórin, Aleksander Nordenskjold Vilhelm, stovnaðu Baglhólm, og teir eru ávikavist nevndarformaður og stjóri í tí felagnum eisini.

Aleksander N. Vilhelm hevur ongar viðmerkingar enn. Hann sigur, at eitt tíðindaskriv kemur seinni í dag. Asbjørn Senior er ikki keyptur enn, men tað er um tað lagið, skilst.

Grunnabarð fiskaði bæði makrel og sild í fjør. Thor keypti skipið, tí Thor hevði loyvi at fiska uppsjóvarfisk. Men nú eigur South Pelagic aftur Grunnabarð.

Myndirnar hevur Frits Joensen tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder