Vinna

Vágatunnilin liðugur at gjalda skuld

...

2014-04-15 17:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

175 milliónir krónur, so stór var skuldin hjá P/f Vágatunnlinum fyri 10 árum síðani við árslok 2003.

Nú góð 10 ár eru liðin, er øll skuldin afturgoldin, og P/f Vágatunnilin hevur onga skuld.

Hetta vísir ein gjøgnumgongd av roknskapunum hjá Vágatunnlinum frá byrjan til í dag. At talan er um eina góða søgu er eingin ivi um, ferðslan er økt næstan á hvørjum ári, og prísurin er farin niður um helmingin av upprunaliga kostnaðinum fyri 10 árum síðani.

Samstundis hevur almenna partafelagið støðugt goldið niður uppá skuldina, og skuldin var við árslok 2013 komin niður á 4,6 mió.kr. Við tí afturgjaldshátti, sum Vágatunnilin hevur nýtt, so er øll skuldin í dag liðugt goldin, og felagið er vorðið skuldarfrítt.

Tað vil siga, at tað tók P/f Vágatunnlinum 10 ár at gjalda aftur einn lán uppá 175 mió.kr. við rentum.

Les meira á ting.fo:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder