2014-04-01 20:57
Góða gongdin hjá Vága Floghavn seinni árini heldur fram. Talið av ferðafólki um flogvøllin setti met í 2013 og ongantíð hevur nettosølan verið størri. Ársúrslitið er slakar 9 milliónir krónur betri, enn tað var í 2012.
Árið 2013 hilnaðist væl fyri Vága Floghavn. Samstundis, sum ferðafólkatalið aftur setti met og floghavnin er dagførd við longdari flogbreyt og nýggj farstøð er í gerð, er avlop á botnlinjuni.
- Vit fegnast um, at Vága Floghavn er ein sunn fyritøka, sum er væl brynjað til framtíðina og til uppgávuna at knýta Føroyar enn nærri at útheiminum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
Tað er jaligt at staðfesta, at raksturin er í framgongd, samstundis sum Floghavnin er fyri stórum broytingum.
Í 2013 var avlopið hjá P/F Vága Floghavn 4,3 milliónir krónur áðrenn skatt. Ársúrslitið er knappar 9 milliónir krónur betri enn í 2012, tá ið talan var um eitt hall uppá 4,3 milliónir krónur.
Miðvís ætlan
Góða úrslitið er liður í miðvísari ætlan at menna nýggjar inntøkumøguleikar, samstundis sum eitt vakið eyga verður hildið við útreiðslunum.
Ein vaksandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá Vága Floghavn er nú parkeringsgjøld, leigugjøld og provisiónsgjøld í samband við matarsølu og tollfría sølu. ??tlanin er, at hesar inntøkur skulu vaksa enn meira framyvir.
Talið av ferðandi um Vága Floghavn er í støðugum vøkstri og 2013 er einki undantak. Í 2013 ferðaðust 236.181 ferðafólk um flogvøllin, sum er 4,7% fleiri enn í 2012. Seinastu 10 árini er talið av ferðandi vaksið við heili 43%. Vága Floghavn fegnast um, at vøkstur er í ferðafólkatalinum nærum allar mánaðarnar í árinum.
Framtíðin hjá Vága Floghavn tykist ljós. Roknskapur felagsins vísir, at inntøkugrundarlagið hjá felagnum er ment og raksturin er burðardyggur, hóast umbyggingin av farstøð og tænastubygningum krevur eyka avskrivingar.
Á aðalfundinum bleiv Kitty May Ellefsen, Evy Jacobsen og Jóhan í Niðristovu øll afturvald. Tann fjóðri nevndarlimurin, Tom Silvurdal ynskti ikki afturval. Í hansara stað bleiv Uni Danielsen valdur. Nevndin hevur skipað seg við Kitty May Ellefsen, sum nevndarforkvinnu og Evy Jacobsen, sum varaforkvinna í nevndini hjá Vága Floghavn.
Leiðsla og nevnd eru spent uppá komandi árið. Nýggja farstøðin og tænastubygningarnir, sum verða tikin í nýtslu í juni í 2014, fara at betra munandi um heildarupplivingina hjá teimum ferðandi, samstundis sum inntøkurnar hjá Vága Floghavn væntandi fara at vaksa enn meira.
Kelda: Vága Floghavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald