2021-10-07 09:56

Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, og Jenis av Rana, landsstýrismaður, hava fund í Miðvági seinnapartin,
Viðurskiftini millum Føroyar og ES, langtíðarætlan um arktiska arbeiðið hjá Føroyum og Danmark, og samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum, eru á skránni fyri fundin millum danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, og Jenis av Rana, landsstýrismann, í Miðvági seinnapartin.
Í morgin ári hava teir báðir tíðindafund á Tinganesi.
Eftir tann fundin hittir Jeppe Kofod Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.
Eisini verður vitjað hjá Bakkafrosti á Glyvrum, áðrenn uttanríkisráðharrin fer til Danmarkar aftur seinnapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald