Vinna

Uppsjóvarfiskur og laksur tveir triðingar av fiskaútflutninginum

...

2014-02-25 20:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í fjør fór samlaði útflutningurin fyri fyrstu fer uppum 6 mia. kr. ??tvið 600 mió. meir enn árið fyri. Ein vøkstur á 10%. Um vit bara hyggja at útflutninginum av fiski, var vøksturin enn størri, 750 mió. ella 15%.

Tað var serliga alifiskurin, sum gjørdi sítt til, at útflutningsvirðið vaks so nógv. Nøgdin var áleið tann sama í fjør sum árið fyri, men virðið var útvið 2,5 mia. kr., 600 mió. ella 35% størri enn í 2012. 

??tflutningurin av uppsjóvarfiski er eisini vaksin nógv seinastu árini. Makrelur er størsta orsøkin til vøksturin, men tað er eisini útflutt meir av sild og svartkjafti seinnu árini. Í fjør var ikki so stórur vøkstur, men um vit telja fiskaúrdráttir við, har tilfarið í stóran mun er av uppsjóvarfiski, so var eisini stórur vøkstur í fjør. 

Tilsamans eiga alifiskur og uppsjóvarfiskur nú omanfyri tveir triðingar av fiskaútflutninginum, har alifiskur einsamallur stendur fyri 43%.  

Hóast útflutningurin av botnfiski var eitt sindur hægri í fjør, samanborið við 2012, tá vit máta í tonsum, so var virðið 6% minni enn í 2012. Talan er framvegis um, at søguliga lítið er útflutt av botnfiski. Hetta er galdandi fyri øll tey trý stóru botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu. Í 1996 var metár fyri toskaútflutning, tá 37 tús. tons vórðu útflutt. Í fjør vórðu einans 16 tús. tons útflutt. Fyri upsa var metárið 2005 við 41 tús. tonsum, í fjør útfluttu vit 15 tús. tons. Hýsan setti útflutningsmet í 2003 við 20 tús. tonsum, meðan útflutningurin av hýsu í fjør var útvið 4 tús. tons.


Dagførdu hagtølini fyri útflutningin til og við desember 2013 eru nú tøk í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder