Vinna

Uppisjóðarflotanum má økjast

...

2014-02-19 18:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tey mongu seinastu árini hevur uppisjóðarflotin havt gullár og tað skal verða eimum væl unt. Skip eru fornýggjaði og flotin hevur sett pening í pelagisku vinnuna á landi, so meir kann fáast burturúr tí sum fiska verður.

Fara vit so at hyggja eftir hví hetta hevur borði til, so er eyðsæð, at hetta er tí at ein lítil floti hevur sitið á eini stórari kvotu. Tað hevur sjálvsagt svinga eitt sindur við kvotustøddini, men sjálvt um kvotan er minka eitt sindur, so hevur framvegis verði nokk til. Hetta fortelur okkum, at ein í hesi vinnu hevur stórt rásarúm.

Nú hevur Landsstýrið so víst rygg og sett hart ímóti hørðum, fyri at tryggja okkara flota meiri kvotu, við tað at meiri Makrelur og Sild eru í Føroyskum øki. Men hvør skal so fáa ágóðan av hesum kvotum? Tað sum hevur gingið fyri seg tey seinastu árini, er ikki ein loysn sum er haldbar og somuleiðis hevur hon skapt ónøgd o.l ímillum fiskiflotan og politikkarar.

Fara vit og hyggja eitt sindur eystur um okkum og skáa tann norska flotan, so hava hesi skip ikki í nærheitini av somu kvotu, at fiska sum tey føroysku, men alíkavæl so hava tey klára seg og somuleiðis endurnýggja skipini. Í norsku vinnuni eru t.d 64 kraftblokkaskip sum deilast við smá 100.000 tons av Makreli og 125.000 tons av NVG sild, so ein dugir at síggja at har er smá bítt.

Í 2013 fekk Føroyar tillutað 154.000 ton av Svartkjafti og hetta hevði eitt miðal virðið uppá 268 mil. um vit nýta miðal prísin frá Norsges Sildesalgslag (1,74 kr/kg miðal). Vit lata Russlandi 75.000 tons fyri at fiska 20.000 tons av botnafiski, men hesin botnfiskur kemur ikki uppá land í Føroyum til virkingar. Fiskurin fer beinleiðis á tann Bretska marknaðin og tað vil siga, at hetta skapar onga virðisøkjin her á landi. Um vit nú virkaðu øll 154.000 tonsini í føroyum, so vildi hetta skapt eitt stabilari arbeiðið á landi og somueiðis kundu vit føroyingar økt um virðið á hesum fiski, alt eftir hvat marknaðurin var.

Tað er tíð uppá, at vit fara og eftirhyggja hvat vit sjálvi kunnu virka og virða úr teimum kvotum okkum er tillutað, tí nú eru virkir á landi sum hava kapasitet til at virka fiskin og somuleiðis møguleikið fyri at økja um uppisjóðarflotan. Tað er neyðugt at vit øll fáa ágóðan av kakuni og ikki bara tey fáu(tey fáu hava fingið nokk). Eftir teimum kvotum vit hava í Føroyum í dag av uppisjóðarfiskið, so kunnu gott 20+ skip fiska fiskin. Hetta vildi økt munandi um virðið av veiðuni, tí so bleiv fiska tá besti prísurin var. Nú verður Makrelur fiskaður og seldur fyri minni virðið enn hann gjørdi fyrr, tí kvotan er so stór, at skipini fáa alíkavæl inntøku av fiskaríinum.

Flotan í Barentshavinum hava vit ikki brúk fyri, tí tað kostar okkum føroyingum meiri at lata russum svartkjaft, enn vit høvdu sjálvi fingið burturúr honum, við at fiska svartkjaftin sjálvið.

Tað er eingin grund, at eitt uppisjóðarskip skal hava 100-200 mil. í avlopið ár undan árið, tá er okkurt galið við okkara skipan. Tað mátti verðið betur at tað vóru 20+ skip, sum høvdu 30+ mil í yvirskoti og somuleiðis fleir løntakarar sum betaltu skatt til samfelagið. Hetta vild økt um skattað inntøkurnar hjá landinum og somuleiðis skapt meiri arbeiðið runt Føroya land.

Haldi at vit føroyingar mugu hyggja okkum um, og síggja hvussu onnur gerða, ikki bara síggja í tann sama dunnuhylin og stara okkum blind. Trupuleikin við at endurskáa skipanina er so bara tann, at so fara politikkarar bert at hyggja eftir hvussu teir kunnu fáa sum mest til sítt øki, og so steðgar alt upp. Ein bólkur av fagfólkum innan øki kundi heldur komið við einum viðmælið, sum síðani Landsstýrið samtiktið.

Man kan lata teir sum eru í vinnu í dag fáa tað teir hava krav uppá fyri at klára seg og síðani skuldi restin verði deilt út til økini í Føroyum. So og so stórar kvotur verða deildar út til økini og so kundu menn/skip frá økjinum søkt um loyvið í eitt ávís áramál , fyri síðani at drivi hesa vinnugrein. Kvoturnar skuldu ikki kunna verði seldar frá økinum. Hetta vildi verði við til at kunna skapt ein økismenning og tað er tað vit føroyingar hava tosa nógv um tey seinastu árini.

Onkur er kanska ósamdur við innihaldið í hesi grein, men fakta er tað, og tað sleppa vit ikki undan, at uppisjóðarflotin kann í øllum førum tvífaldast eftir teimum kvotum Føroyingar hava í dag. So er tað tað, um politiski viljin er til staðar, at økja um virðini vit føroyingar ráða yvir í dag ella bara at lata verða fyri frið skild.

Tann í einki sigur og letur standa til, hann samtykkir.

Jan Haldansen

Vestmanna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder