2016-07-31 23:00

Klokkan 22:24 í kvøld fekk MRCC Tòrshavn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein sjúkling av Sandoynni og á Landssjúkrahúsið.
MRCC Tórshavn fekk bjargingatyrluna at fara til Sands eftir sjúklinginum, og lendi hon har góðar 10 min í 11, og klokkan 23 var sjúklingurin komin á Landssjúrkahúsið. So tað gekk beint yvir hálvan tíma til boðini komu, til sjúklingurin var á Landssjúkrahúsinum.
Leggast kann afturat, at hetta var uppgáva 70 ið tyrlan gjørt fyri MRCC í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald