JN

Tveir ungir menn komu í havsneyð í morgun

...

2016-07-31 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgreglan fekk tíðliga í morgun eina fráboðan um, at tveir ungir menn vóru komnir illa fyri í einari jollu á opnum havi. Vakthavandi upplýsir, at teir høvdu stolið jolluna sum vanliga hongur afturúr sluppini, Norðlýsinum, og vóru síðani farnir ein túr, hetta veit portal.fo at siga í morgun.


- Tá løgreglan fekk fráboðanina vóru teir ungu menninir komnir næstan tríggjar fjórðingar í ein landsynning úr Borðuni, og har úti er ikki so tespiligt og kyrt sum inni á Havnarvág, upplýsir vakthavandi, les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder