JN

Tveir bátar eru hjá grindini

...

2016-08-28 16:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sum vit hava skriva fyri einum góðum tíma síðani, so er grind norðanfyri, og eingir bátar vóru tá hjá grindini.

Vit hava tosa við Karl Johansen sýslumann beint nú, og hann sigur, at tveir bátar eru hjá grindini, og fleiri eru á veg. Grindin sum er sera spjadd er nú millum Múlan og Kunoyarnakka. Tá fleiri bátar eru komnir til grindina, tá verður fari undir at reka hana inn móti Hvannasundi, sigur Karl við JN.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder