2014-02-26 22:33
Tróndur í Gøtu hevur landað 400 tons av lodnu á Fáskrúðsfirði, lodnan hevur nú rogn, og á Lodnuvinnsluni á Fáskrúðsfirði verða rognini tikin, tey verða seld til Japan. Tróndur fiskaði lodnuna á Faxafirði á Vesturlandinum.
Tróndur í Gøtu er á veg heim, teir koma á Fuglafjørð seint í kvøld, har lodnunótin verður koyrd upp og svartkjaftatrol verður tikið umborð, so verður farið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri. Í løtuni eru bara Finnur Fríði og Jupiter á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald