2014-04-14 20:33
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Í dag kom farmaskipið TINTO á Fuglafjørð við 3. tvíkyljum á dekkinum.
Tað er KJ-Hydraulik, sum hevur latið tvíkyljurnar byggja á eini verksmiðju í Letlandi, sum teir hava havt samstarv við í fleiri ár. Arbeiðið uppá tvíkyljurnar skal so gerast liðugt á KJ-Hydraulik, tær skulu sandblásast og allar instalatióni verða eisini gjørdar av KJ-Hydraulik.
Tvíkyljurnar hava bygginr. 34, 35 og 36 og verða bygdar til Bakkafrost, tær skulu latast Bakkafrost í summar.
KJ-Hydraulik hevur fleiri enn 80 fólk í arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald