Vinna

Raksturin av Airport Hotel fluttur til Gist & Vist P/F

...

2014-05-01 02:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá 62N og Gist & Vist P/F

Gist & Vist P/F hevur frá 1. mai 2014 yvirtikið raksturin av Airport Hotel í Vágum. Samstundis broytir hotellið navn til Hotel Vágar.

62N hevur higartil staðið fyri rakstrinum av Hotel Vágum. Kent Christensen, stjóri í 62N, sigur ???at nú Gist & Vist P/F tekur yvir raksturin av hotellinum, fær 62N styrkt um kjarnuvirksemið sum fyriskiparar av ferðavinnutiltøkum. Vit fara framhaldandi at leggja dent á at fyriskipa okkara vælumtóktu uttanlandsferðir, t.d. til Barcelona, har nógvir føroyingar hava havt góðar ferðaupplivingar. Eisini okkara virksemi við bilútleigan og incoming er í góðum vøkstri. 62N sær møguleikar í einum framhaldandi góðum samstarvi við Gist & Vist P/F???, sigur Kent Christensen.

Gist & Vist P/F rekur frammanundan Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn umframt etika, hvonn og Áarstovu og aðrar matstovur.

Felagið stendur eisini fyri matstovuvirkseminum í Vága Floghavn. Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist P/F, sigur, ???at felagið við Hotel Vágum nú fær givið eina betri heildartænastu í Vágum. Hugsað verður serliga um tey, sum ferðast um flogvøllin, og ferðandi í Vágum, umframt vistveiting í økinum.

Gist & Vist P/F hevur nýliga latið ársroknskapin fyri 2013 úr hondum. Roknskapurin vísti framgongd í søluni og eitt úrslit uppá 4,2 mió.kr. fyri skatt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder