Vinna

TF samtakið 191 mió.kr. í avlopi eftir skatt

...

2014-04-04 20:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

2013 hilnaðist samanumtikið væl og útlitini fyri 2014 eru góð, tó at økta kappingarstøðan hevur havt ávirkan á inntøkurnar hjá samtakinum

Samtakið hevði tilsamans 191 mió. kr. í avlopi eftir skatt í 2013. Av hesum vóru 32 mió. kr. minnilutaáhugamál, t.e. tey 30 prosentini av ognarlutinum í Eik Banka, sum Finansiel Stabilitet eigur.

Í stuttum:

  • ??rslitið fyri árið 2013 vísir eitt avlop á 191 mió. kr. eftir skatt
  • Harav er luturin hjá Ognarfelagnum Tryggingartakaranna 159 mió. kr.
  • Eginpeningur 2,6 mia. kr.
  • Nettoinntøkur av rentum og ómaksgjøldum 350 mió. kr.
  • Solvensurin hjá samtakinum var 36,8 prosent

Bankavirksemið í samtakinum, Eik banki, hevði 110 mió. kr. í avlopi eftir skatt í 2013. Bankin hevur stóra eginogn, og lýkur væl og virðiliga allar lógarásetingar um góðan og sunnan bankarakstur. Eik Banki er millum tryggastu peningastovnar, og er hetta óivað orsøkin til, at innlánini framhaldandi vaksa. Eftirspurningurin eftir lánum øktist í 2013, og samanumtikið hevur bankin áhaldandi tillagað og ment virksemið, so bankin verður rikin á skynsamasta hátt.

Tryggingarfelagið Føroyar hevði 8 mió. kr. í avlopi eftir skatt. Tryggingarfelagið Føroyar varð ávirkað av skaðahendingum í árinum, bæði í tali og stødd. 2013 var eitt ár við einstakum kostnaðarmiklum skaðahendingum. Felagið roynir áhaldandi at laga seg til tørvin hjá kundunum og miðvíst at menna tænastur og arbeiðsgongdir.

Pensjónsparturin, Betri pensjón, hevði 0,1 millión í avlopi eftir skatt. Tað er 2,6 mió. kr. betri enn í 2012, tá felagið hevði 2,5 mió. kr. í halli. Betri pensjón hevur í 2013 havt stóra tilgongd av kundum, og hevði við ársenda 2013 útvið 12.000 kundar. Hetta svarar til, at umleið 30 prosent av øllum løntakarum í Føroyum hava kundasamstarv við felagið.

TF samtakið er ein virkin íleggjari í føroyskt vinnulív, m.a. við tí endamáli at stuðla upp undir virkisfýsni og vøkstur í Føroyum. Íløguvirksemið í samtakinum hevði 44 mió. kr. í avlopi eftir skatt í 2013.

"??rslitið av virkseminum í 2013 hevur hilnast sera væl, hóast øktu kappingarstøðuna, og samtakið fer framhaldandi at veita bestu tænastu á øllum virkisøkjum til fyrimuns fyri kundan" sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF samtakinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder