Vinna

Tanum sleipaði bát inn seinnapartin

...

2020-12-03 22:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 14:16 seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið maskintrupuleikar eystanfyri Nólsoynna.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Tanum, sum fór av Havnini klokkan 14:27 og setti kós eysturum Nólsoynna. Báturin ið hevði trupuleikar var staddur einar 3. fjórðingar eystanfyri Nólsoyar bygd verður upplýst av MRCC.

Tanum sleipaði bátin til Havnar, og kom har við bátinum klokkan 16:18.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder