
Franskt drama fyri trý
Franski filmurin ???Les Choses Qu???on Dit, Les Choses Qu???on Fait???, sum verður sýndur 22/9, er ein romantisk søga hjá leikstjóranum Emmanuel Mouret (f.1970).
Camelia Jordana er í filminum hin unga Daphne, sum er við barn og fer at ferðast við sjeikinum. Men tá hann verður noyddur at fara aftur til arbeiðis í úrtíð, er Daphne einsamøll eftir við systkinabarni hansara, Maxime, í fýra dagar. Hesir dagar verða til eina óvæntaða romansu, sum broytir viðurskiftini millum tey trý.
Síðan 1946 hava franskir ummælarar, Syndicat français de la critique de cinéma, givið virðislønir. Í ár fekk júst hesin filmurin virðislønina sum besti franski filmur. Filmurin varð í ikki færri enn 13 førum í uppskoti at vinna fronsku César virðislønina, sum tó bert ??milie Dequenne fekk fyri besta hjáleiklut.
Margreta Fyrsta sum sameindi Norðurlond
Í samstarvi við Filmshúsið fer leikstjórin, Charotte Sieling (f.1960) at innleiða sýningina 29/9 við søguliga filminum "Margreta hin Fyrsta".
Vit eru í árinum 1402, tá ein kvinna stendur á odda fyri einum nýggjum norðurlendskum stórríki, Kalmarsamveldinum.
Margreta hin Fyrsta (Trine Dyrholm) hevur savnað Danmark, Noreg og Svøríki og fingið tey trý londini at ganga saman í ein ríkjafelagsskap, sum hon einsamøll stýrir gjøgnum ættleidda sonin, Erik kong.
Nógvir fíggindar liggja eftir henni og Ríkinum, og Margreta I ætlar tí at fáa Erik giftan við ensku prinsessuni Philippu. Eitt tílíkt samband við Ongland vildi styrkt Kalmarsamveldið og verið ein vernd móti álopum, hugsar hon.
Men svikaráð, sum kunnu kosta alt, verða løgd móti henni.
Skifta frá medisini til umsorgan
Mikudagin 6. oktober fer Ann-Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum, at innleiða nýggja danska heimildarfilmin hjá Louisu Detlefsen ???Det er ikke slut endnu???.
Á fyrimyndarliga røktarheiminum Dagmarsminde fylgja vit sjúkrarøktarfrøðinginum og eldsálini, May Bjerre Eiby, sum ikki gongur so nógv upp í spesifikkar demensdiagnosur ella medisin, eftirsum hvørki tykjast bøta um lívsgóðskuna hjá teim ellivu búfólkunum. Í staðin hava May og hennara starvsfólk í størri mun lagt seg eftir einum viðgerðarhátti, sum byggir á 150 ára gomlu tankarnar hjá Florence Nightingale. May rópar viðgerina umsorgan, har fevnandi nærvera, samrøða, stuttleiki, eygasamband og kenslan av felagsskapi eru fremstu partar í uppskriftini. Endamálið er at kveikja verandi heilsuskipan og skapa fatan fyri einum nýggjum máta at vera um menniskju, ið verða rakt av demensi, uppá - at skifta frá medisini til umsorgan.
Børnini tapa í øllum kríggi
Um morgunin hin 21. mars í 1945 gera nunnurnar og skúlanæmingarnir Rigmor, Eva og Henry klárt at byrja dagin í Franska Skúlanum á Frederiksberg. Langt burturi - hinumegin Norðsjógvin - gera bretskir flogskiparar hjá Royal Air Force klárt at hjálpa donsku mótstøðurørsluni í eini avgerandi atsókn. Teir hava sett kós móti Shellhúsinum mitt í Keypmannahavn har Gestapo hevur tikið sær høvuðssæti undir krígnum. Á ovastu hædd hava týskarar sett 26 danskar fangar sum livandi skjøldur. Álopið eydnast, men stutt frá hesum staðnum hendur ein vanlukka. Eitt flogfar er dottið niður við Franska Skúlan. Eldur kemur í og í ringa sýninum fær roykurin hini bumbuflogførini at halda, at bumbumálið fjalir seg undir roykinum á Fredriksberg.
Føroyska Alice var ein av gentunum, sum kom við lívinum frá hendingini. Hon andaðist í 1987 og er grivin í Nýggja kirkjugarði við Velbastaðvegin í Havn.
Í sterka krígsfilminum, sum verður sýndur 13/10, hevur fimtan ára aldursmark, fylgja vit børnunum Henry (Bertram Bisgaard), Eva (Ella Nilsson) og Rigmor (Ester Birch) og næstrafólkum teirra, nunnuni Teresu (Fanny Bornedal), danska HIPO manninum Frederik (Alex Høgh Andersen), bretsku flogskiparunum Peter (Alban Lendorf) og Andy (James Tarpey), og tveimum mótstøðumonnum, sum verða fangaðir. Teir eru Jens Sætter-Lassen og Joen Højerslev. Foreldur at børnunum eru m.a. Danica Curcic, Mads Riisom, Kristian Ibler, Malene Beltoft og Maria Rossing.
Eitt talv innan deyðan
Nýggi týski filmurin ???Schachnovelle???, sum verður sýndur 20/10, byggir á metsølubókina, sum eysturríkski Stefan Zweig skrivaði í Brasil frá 1938 til 1941, tá hon kom út og gjørdist hansara seinasta og kendasta ritverk. Hetta er ein stórbærur sálarfrøðiligur spenningsleikur, meistarliga filmaður og kliptur sum tað sømir seg einum avgerandi talvi, har spælt verður um lívið og tilveruna.
Vit eru í Wien í 1938. Nasistarnir hava tikið Eysturríki og sakførarin Bartok verður handtikin og settur í Hotel Metropol, har Gestapo er flutt inn og hevur gjørt sær høvuðssæti. Nasistarnir vita, at Bartok hevur koturnar til allar tær risaupphæddir, sum múgvandi fólk hava í bankanum. Tá Bartok noktar at geva nasistunum koturnar, verður hann avbyrgdur í einum kliva. Í einum marrudreymi, sum í ???Shutter Island??? (2010) gera nasistarnir alt, teir eru mentir at taka mótið frá Bartok og bróta hann niður sum menniskja. Men eingin veit, at Bartok hevur fjalt eina heilt serliga bók, sum hann hevur hjá sær í klivanum. Tað er ein bók um talv, ið gevur søguni og filminum navn. Nú verður kappingin millum Bartok og nasistarnar eitt talv, har hvør leikur elvir til ein mótleik, har lívið er uppá spæl. Leikarar eru Oliver Masucci, Birgit Minichmayr og Rolf Lassgård. Týski Gerd Oswald gjørdi film úr somu søgu í 1960.
Forførdur av Mrs. Robinson
Undir heitinum ???Fagre voksne verden??? vísa vit 27/10 amerikanska Oscarvinnaran og klassikaran frá 1967 ???The Graduate???, har Dustin Hoffmann spælir ungi studenturin, Braddolck, sum Mrs. Robinson brúkar til casual sex, eins og Trine Dyrholm førdi víðari í danska filminum ???Dronningen??? (2019).
Leikstjóri er Mike Nichols, sum byggir á skaldsøgu hjá Charles Webb.
Vit hoyra um Ben Braddock (Dustin Hoffman), sum er nýklæktur studentur og ikki dugir at fóta sær í lívinum. Foreldrini skipa fyri studentavetslu, har hin tilkomna Mrs. Robinson (Anne Bancroft), ið er gift starvsfelagnum hjá pápanum, forførir Ben og lærir hann alt um sex og hvat ein búgvin kvinna vil hava frá einum ungum manni. Men tá ungi elskarin Ben fær heitar kenslur fyri dóttrini, Elaine (Kathrine Ross), verður tað ovboðið og tilveran fer í grús. Við titulsanginum ???Mrs. Robinson??? blivu Simon & Garfunkel kendir av álvara, og filmurin gjørdi Dustin Hoffmann til fremstu stjørnur í leiklutinum sum ungi maðurin við ultimativa studentadreyminum at verða forførdur av eini búnari kvinnu.
At vaksa upp í deyvari familiu
CODA er stytting fyri Child of Deaf Adults. Karmurin um filmin, sum verður sýndur 10/11, er deyva húskið Rossi í útróðrarumhvørvinum Glouster í Massachusetts, har Ruby (Emilia Jones) er hin einasta, ið hoyrir. Mamman er Marlee Matlin, sum í veruleikanum er deyv, og í 1986 vann Oscarvirðislønina fyri fyrsta leiklutin á filmi, tá hon var Sarah í ???Children of a Lesser God???.Nýggi filmurin CODA er upptikin á somu leiðum sum hin meitarligi ???Manchester by the Sea??? (2016).Tá útróðurin ikki gongst eftir vild, verður tilveran hjá Ruby trupul. Nú skal hon velja millum at vera heima og hjálpa trongda húskinum, ella fara at lesa tónleik, sum hon altíð hevur droymt um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald