2014-06-05 03:16
Nú frættist úr Íslandi at svartkjafturin er komin í íslendskan sjógv - skipini hava rakt við á Rygginum vestur frá føroyska markinum.
Fagraberg kemur á Fuglafjørð í kvøld við 1.900 tonsum, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi. Tað hevur verið smáligur fiskiskapur í seinastuni.
Fagraberg landar í nátt og í morgin. Tá ið teir fara nýggjan túr, fara teir at leita norðan- og vestanfyri, men um einki verður at fáa í føroyskum sjógvi, so fara teir í íslendskan sjógv.
Føroyingar kunnu fiska alla sína kvotu í íslendskum sjógvi, eins væl og íslendingar kunnu fiska alla sína kvotu í føroyskum sjógvi - (góð avtala, skuldu havt meira samstarv við grønlendingar eisini).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald