Magnus Heinason hevur gjørt kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar saman við fýra øðrum rannsóknarskipum.
Fyribilsúrslitini vísa, at nógv av smáum svartkjafti stendur í føroyskum øki. Hetta er 1-3 ára gamal fiskur, sum er óbúgvin. Hesin svartkjafturin verður standandi í økinum, meðan tann størri búni svartkjafturin ferðast til gýtingarøkini um ársskiftið. Tær stóru nøgdirnar av svartkjafti, ið hevur gýtt longur suðuri í ES sjógvi, er enn ikki komin norður í føroyskt øki.
Serliga nógv av eitt ára gomlum svartkjafti var í føroyskum øki í ár, hetta er 2013 áragangurin. Árini fyri hava vit sæð 2009, 2010 og 2011 árgangirnar í kanningunum, og um 2013 árgangurin eisini kemur fyri seg, eru bjørt útlit fyri svartkjaftastovninum komandi árini.
Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Russlandi. Hini skipini hava kannað økini longri suðuri. Samlaða nøgdin, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi á Havstovuni beint eftir Páskir.
Ekkóvirðir av svartkjafti, Magnus Heinason 27/3 ??? 7/4 2014. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald