JN

Súsanna úr Klaksvík vann 1.1 mió. kr. í Gekkinum

...

2016-08-19 20:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Súsanna Jacobsen úr Klaksvík var hepni Gekka-spælarin ið slapp í gjøgnum til at draga hjólinum. Gekkurin var í kvøld 1.1 mió. kr. Súsanna valdi at koyra peningin í tann reyða leypin.

Súsanna kom á gula leypin, men Súsanna valdi at fara víðari. Súsanna segði, at hon hevði lova børninum at um hon kom ígjøgnum, so fór hon eftir stóra vinninginum.

Súsanna kom vann 1.1 mió. kr. í síni aðru roynd, tá ið hon kom á reyða leypin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder