
Ert tú áhugað/ur í einum kjansi sum stýrimaður við brunnbátinum ???Hans á Bakka???, so ert tú kanska tann, vit leita eftir. Sum stýrimaður við ???Hans á Bakka??? gerst tú partur av manningini á brunnbáti í einari spennandi vinnu, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi ??? tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.
???Hans á Bakka??? er 75,8 m langur og 16 m breiður??? til støddar 3.560 BT við eini framtøkumegi upp á 2.998kW. Báturin hevur brunnar, ið rúma 3.000 m³ og til ber at flyta 450 tons av livandi laksi.
Vit sóknast eftir einum stýrimanni við hesum førleikum:
·Sjóvinnubræv sum skipsførariSTCW-reg. II/2
·Sjóvinnubræv sum radiopassari innan GOC/GMDSS
·ECDIS & AIS
·ARPA
·Skeið í eldsløkking og sløkkileiðslu
·Heilsuprógv & Trygdarskeið
·Skeið í medisinskari 1. Hjálp
·§ 16-skeið í arbeiðsumhvørvi
·SSO-skeið
Vangamynd
Tú hevur útbúgving og førleikar, umframt sjóvinnubræv, ið lýkur nevndu treytir.Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til øll galdandi krøv í sambandi við rakstur av brunnbáti og royndir frá rakstri av brunnbáti.
Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis.
Vit bjóða
Talan er um áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión eru lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar. Talan er um starv við stórum avbjóðingum og stórum denti á menning, uppfylging og effektivisering.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu og galdandi kollektivum sáttmála. Vanliga mynstringartíðin er 3 vikur úti og 3 vikur heima.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til [email protected].
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 25. oktober 2021.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum.
Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy, Suðuroy og í Skotlandi. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið F??RKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald