
Tíðindaskriv31. august 2016 ??? Demich P/f
Stuttskygni eyðkennirvíðari útbygging av fjarhitaskipan
Tað gevur á ongan hátt meining at víðariútbyggja fjarhitaskipanina í Tórshavnarkommunu til eisini at fevna um vesturbýin og Argir. Heldur átti Fjarhitafelagiðat brúkt sína orku til at fremja ætlanir sínar í eystara og norðeystara partiav býnum, har fjarhitarørleiðingar hava ligið í mong ár, men har stórirbýarpartar framvegis ikki eru knýttir í skipanina.
Hóast skjótt 30 ár eru liðin, síðani gongd varð sett á at gera einafjarhitaskipan í Tórshavnar kommunu, so eru bæði Hvítanes og stórir partar avHoyvíkini enn ikki vorðin partur av veitingini, hóast leiðingar eru lagdar har fyrimongum árum síðan. Tað gevur tí als onga meining at víðariútbyggja skipaninatil eisini at fevna um bæði vesturbýin, Argir og aðrar partar av kommununi.
Bæði Umhvørvisstovan, Landsverk og leiðslan á Glasir hava víst á, at jarðhitier tann grønasta og upp á sikt bíligasta loysnin til skúlan. Umframt at veramunandi bíligari í rakstri, er lítið og einki CO2-útlat við eini jarðhitaskipan,mótvegis eini fjarhitaskipan, har orkukeldan stavar frá brenning við stórumCO2-útláti.
Ivasom veitingartrygd av fjarhita
Tað er sjálvandi einki atgjørt í at nýta ta orku, sum stavar frá einibrennistøð ella einum streymframleiðandi oljuverki, so leingi hesi eru neyðugfyri eitt samfelag. Trupulleikin fyri fjarhitaskipanina er, at avlopshitin frá Sundsverkinumfer at minka burtur í lítið og einki í framtíðini, so hvørt aðrar orkukeldurfara at vinna meira fram. Somuleiðis fær Brennistøðin á Hjalla ivaleyst minniat brenna í framtíðini, nú globala upphitingin verður tikin í alsamt størriálvara, og størri ljós verður sett á at fáa minka brúkið av innpakningi ogøðrum burturkasti, eins og at endurnýtslan fer at vaksa. Hetta merkir uttaniva, at Fjarhitafelagið ??? fyri at kunna veita nóg nógvan hita til hitanetið íframtíðini ??? verður noytt at brúka annað enn ókeypis avlopshita fyri at haldavatnið í rørunum nóg heitt.
Havandi í huga, at SEV hevur kunngjørt eina ætlan, sum í 2030 skal gera felagiðført fyri at veita alla sína orku frá varandi orkukeldum ??? tað eru vatn, vindurog møgulig sjóvarorka ??? so tykist tað løgið, at orkufelagið umvegisFjarhitafelagið fer undir at víðariútbyggja fjarhitaorku til kanska at fevna umallan høvuðsstaðin. Á sama hátt kann ein undrast yvir, at kommunan í eini tíð,har endurnýtsla alsamt vindur upp á seg, setir sítt álit á eina brennistøð sumhitaveitara til allan býin.
Føroyskt búmynstur illa egnað tilfjarhita
Sambært Umhvørvisstovuni er tapið yvir ein triðing, tá vindorka fráelnetinum verður brúkt beinleiðis til upphiting í einum fjarhitaneti.Samanborið við jarðhita er talan um, at tað skulu framleiðast fimm ferðir sonógv vindorka, um ein bygningur skal hitast við fjarhita ístaðin fyri jarðhita.
Longu sum nú er, verður umleið 90 prosent av spillorkuni frá brennistøðini umveturin nýtt til at hita tey økini í býnum, ið longu eru knýtt ífjarhitaskipanina. Havandi í huga, at tey økini, sum liggja framviðfjarhitaleiðingini, eisini verða knýtt í skipanina, sum natúrligt er, ferbrennistøðin á ongan hátt at nøkta komandi tørvin við enn fleiri økjum at veitafjarhita til. Neyðloysnin verður sostatt at hjálpa til við streymi fyri atmegna at halda vatnið í fjarhitaveitingini nóg heitt. Ikki serliga framsíggiðog enn minni framtíðartryggjað.
Orkutørvurin á Glasir fer væntandi at svara til nýtsluna hjá umleið 60sethúsum. Sum dømi kann nevnast, at tað umframt randarhúsini millum Gilja, sumeru knýtt í fjarhitaskipanina, liggja umleið 60 hús í økinum, ið ikki eru knýttí skipanina, hóast fjarhitaleiðingar ligga beint við.
Jarðhiti nærum hundrað prosent grønur
Allar royndir aðrastaðni vísa, at fjarhitin einans er egnaður til upphitingav stórum bygningum, íbúðarblokkum ograndarhúsum við nógvum brúkarum, ella í tættbygdum økjum. Havandi í hugabúmynstrið í Føroyum, har tað eru fáir stórir bygningar og luftalsliga langtímillum húskini, er skipanin rættiliga illa egnað í flestu økjum, tí orkutapiðer so stórt.
Sum Føroya størsta byggiverkælan nakrantíð eigur sjálvandi at verða skipaðsoleiðis fyri, at Glasir verður eitt nýbrot innan føroyskan orkupolitikk, iðkann snarast inn á eina grøna kós.
Sum greitt frá omanfyri, eru fyrimunirnir við jarðhita mótvegis fjarhitaovurhondsstórir, og tí eigur Løgtingið sjálvandi at taka undir við uppskotinumhjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, um at velja ta grønastuorkuloysnina fyri Glasir.
Fakta
Jarðhiti
· Nærum onki spill íleiðingum.
· Støðug, trygg og roynd loysnbæði í Føroyum og uttanlands.
· Lítið og einki CO-útlát kemurfrá jarðhita í mun til fjarhita.
· Ongar rørleiðingar eru neyðugar??? ístaðin verður verandi elnet nýtt.
· Jarðhiti sampakkar væl til framtíðarætlanirnarhjá SEV við at knýta brúkarar til og frá eftir tørvi.
· Møguleiki er at gagnnýta spillhita frákøliskipanum saman við jarðhita.
· Jarðhiti hevur eitt høgt nyttustig(COP), sum ger, at el-orkan, ið verður nýtt til at framleiða somu orku sumfjarhita, er munandi minni. Meginparturin av jarðhitaorkuni verður ístaðintikin úr umhvørvinum, og sostatt er talan um eina orkufleirfalding.
· Jarðhiti er ein av teimumorkuskipanum í Føroyum, sum tøkniliga er best kannað. Jarðfeingi og svenskastórfyritøkan Sweco hava gjørt vísindarligar kanningar og mátingar yvir fleiriár, sum vísa, hvussu væl skipanin virkar.
· Tey seinastu átta árini eruyvir 200 jarðhitaloysnir settar upp í Føroyujm til sethús og størri byggningarsettar upp í Føroyum við góðum úrsliti.
· Jarðhiti hevur verið nýtt ínógv ár í til dømis Svøríki. Eisini til stórar og orkukrevjandi bygningar
· Veðurlagið í Føroyum er vælegnað til jarðhita, tí undirgrundin verður sjáldan serliga køld, og skipanin ervard ímóti veðrinum, tí alt er undir jørð ella innandura.
Fjarhiti
· Keldan og sostatt fortreytin fyri atveita fjarhita er spillorka, sum alsamt fer at minka í framtíðini.
· Orkuspillið er stórt á veg úttil brúkaran ??? heilt upp í ein triðing.
· Minni skal brennast íframtíðini, og tí fer orkukeldan til fjarhita alsamt at minka.
· Fjarhitafelagið bjóðar sær atútbyggja sínar veitingar til nýggj grannaløg, samstundis sum felagið ikki hevurmegnað at knýta stórar býarpartar í skipanina, har tað longu liggjafjarhitaleiðingar.
· Við alsamt at vaksa um fjarhitanetið verður uttaniva neyðugt at framleiða aðra orku inn á netið.
· Sambært ætlanum hjá SEV, fer100 prosent av elframleiðsluni longu í 2030 at stava frá varandi orkukeldan, ogsostatt fer eingin avlopshiti at koma frá Sundsverkinum, sum er trygdin undirfjarhitaskipanini í tann mun, at brennistøðin ikki megnar at veita nóg nógvaspillorku.
· Tá vindorka frá elnetinumverður brúkt til beinleiðis upphiting í fjarhitaneti, er orkutapið yvir eintriðing.
· Við fjarhita skal fleri ferðir so nógv orkaveitast í mun til eina jarðhitaskipan fyri at framleiða somu orkumongdir.
Demich P/f
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald