Vinna

Stórur vøkstur í lønarútgjaldingunum í byggivinnuni

...

2014-05-11 19:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Higartil í ár eru útgoldnar 2.389 milliónir kr. í lønum. Tað eru 101 mió kr. fleiri enn somu mánaðar í fjør. Framgongdin hetta tíðarskeiðið var 4,4% og er størsta framgongd seinastu seks árini.

Tað er framgongd í øllum høvusðvinnugreinum, men serliga í byggivinnuni. Higartil í ár hevur byggivinnan útgoldið 290 milliónir kr. í lønum, tað er 30 fleiri enn í fjør - framgongdin er 11,5%. Hetta er fyrstu ferð, byggivinnan hevur veruliga framgongd síðan fíggjarkreppuna, men framvegis er ikki alt vunnið innaftur síðan besta árið hjá byggivinnuni í 2008.

Árstíðarjavnaðu lønirnar vísa, at lønirnar í løtuni eru á sama stigi sum seinasta heyst, einar 620 milliónir kr. um mánaðin, og trendurin vísir, at framgongdin sum er í løtuni byrjaði fyri einum ári síðani.

 

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder