Í 2013 fiskaðu føroysk skip samanlagt 487 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru 127 túsund tons meira enn í 2012, tá heildarveiðan varð 360 túsund tons. Í mun til 2012 eru serliga nøgdirnar á sild, makreli og svartkjafti øktar, tilsamans um 145 túsund tons, meðan størsta minkingin var í veiðuni eftir upsa, um 10 túsund tons.
Sjálvt um veiðan er økt munadi ímun til 2012, so manglar nakað í at røkka nøgdunum metárini 2003-07, tá heildarveiðan var um 600 túsund tons árliga. Orsøkin til stóru nøgdirnar tey árini var einamest, at føroysk skip tá fiskaðu nógvan svartkjaft. Frá at hava fiskað í miðal omanfyri 300 túsund tons av svartkjafti árini 2003-07, hevur veiðan av svartkjafti seinastu fimm árini í miðal verið um 50 túsund tons. Í fjør fiskaðu føroysk skip 83 túsund tons av svartkjafti.. Kvoturnar av svartkjafti eru aftur vaksandi, so væntast kann, at nøgdirnar av svartkjafti komandi árini verða væl størri. Svartkjaftakvotan hjá føroyingum fyri 2014 er um 290 túsund tons, sum er áleið tað tvífaldaða ímun til 2013.
Størsti parturin av heildarveiðuni, 254 túsund tons, varð fiskaður í føroyskum øki, sum er ICES øki Vb1b og Vb2, tað er føroyski landgrunnurin og Føroya banki. Lesarin skal hava í huga, at heildarveiðan verður gjørd upp eftir ICES økjum (sí kort yvir ICES økini her). Føroyskt sjóøki er eisini í ICES IIa, Iva og Va. Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veitt í føroyskum øki.
Av hesum 254 túsund tonsum í føroyskum øki taldi sild um 86 túsund tons, svartkjaftur 65 túsund tons og makrelur góð 35 túsund tons.
Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2013 var ICES øki IIa1 og IIa2 (Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið), har góð 148 túsund tons vóru fiskað, herav góð 108 túsund tons var makrelur.
Um 3/4 av heildarveiðuni í 2013 er uppsjóvarfiskur. Av hesum er makrelur við góðum 145 túsund tonsum tann størsti parturin.
Botnfiskasløgini telja áleið 20 prosent av heildarveiðuni, og er toskur um 32 túsund tons og upsi góð 30 túsund tons størsti parturin av nøgdini.
Av heildarveiðuni er fiskiskapurin eftir toski og hýsu minkaður seinnu árini. Toskurin er minkaður eina lítla helvt síðani 2003, frá 58 túsund tonsum niður í 32 túsund tons í 2013. Hýsunøgdin er hesa tíðina minkað heilt úr 30 túsund tonsum niður í smá 6 túsund tons. Tað er í føroyskum øki, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest. Nógv tann stórsti parturin av toskinum verður nú fiskaður í Barentshavinum. Upsafiskiskapurin er nærum einans á føroyskum øki og varð heilt góður árini 2005-2009 ??? nærum 70 túsund tons í meðal hesi árini. Seinastu trý árini er upsafiskaskapurin minkaður úr 65 túsund tonsum í 2009 niður í góð 30 túsund tons í 2013.
Av tí at upplýsningar ikki eru tøkir um virðið á øllum tí partinum av heildarveiðuni, ið er uttan fyri avreiðingarskipanina, ber ikki til at gera landingarvirðið av samlaðu heildarveiðuni upp.
Heildarveiðan sæst her í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsningar á fiskaslag og fiskileiðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald