2017-02-03 15:59

Nývalda stjórnin í Fiskimannafelagnum hevði sín fysta fund í gjár. Sniálvur Røvilsberg er nývaldur fyri Sandoyar Sýslu, og Sólberg Olsen er nývaldur fyri Vága Sýslu. Hinir eru allir afturvaldir uttan mótvalevni. Umframt formannin, ið er valdur serstakt, eru teir Axel Hansen, Streymoyar Sýsla, Magnus Pauli Glerfoss, Norðoya Sýsla, Mortan Berjastein, Eysturoyar Sýsla, og Sámal Poulsen, Suðuroyar Sýsla.
Nýggja stjórnin skipaði seg í gjár við Sámali Poulsen sum næstformanni og Axel Hansen sum øðrum næstformanni.Sámal Poulsen var eisini næstformaður í gomlu stjórnini, men tá var Andrias Berglíð, ið ikki stillaði uppaftur, annar næstformaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald