Vinna

Stjørnan og Polarhav landa á Kósini

...

2014-06-06 05:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gulllaksaskipini Stjørnan og Polarhav eru áveg inn, teir verða á Klaksvík um 6-tíðina. Stjørnan og Polarhav landa á Kósini, teir hava 225 tons av gulllaksi. Gulllaksurin verður koyrdur úr Klaksvík til Tavuna í Leirvík, har hann verður arbeiddur.

Stjørnan og Polarhav byrjaðu túrin sunnast á markinum við ES, men fluttu seinni á vestara kant av Føroya Banka, har teir vóru, til teir fóru at sigla í kvøld.

Hini gulllaksapørini Vestmenningur/Skoraberg og Eysturbúgvin/Vesturbúgvin landaðu í gjár, teir eru nú ávegis aftur til fiskiskap. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara suður ímóti ES-markinum, ímeðan Vestmenningur og Skoraberg byrja túrin á Lúsabanka.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder