2020-11-23 15:55
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Mánadagin og týsdagin í komandi viku verða starvsfólk úr Vinnuhúsinum at hitta í Suðuroy.
Endamálið er at koma út til limir okkara fyri at veita ráðgeving og práta um viðurskifti innan m.a. arbeiðsmarknaðarøkið.
Mánadagin eru vit áBrim í Vágiog týsdagin áCafe MorMor á Tvøroyri. Limir eru hjartaliga vælkomnir ein túr framvið til kaffi og prát, bæði ófráboðað ella eftir avtalu.
Vinnuhúsið skipar eisini fyri tveimum tiltøkum á Suðuroynni. Sí nærri kunning í skránni fyri vitjanina niðanfyri.
Skrá:
Mánadag 30. november:
Kl. 8.00 -13.30 | Starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru á Brim í Vági. Limir kunnu koma framvið at práta um ítøkilig starvsfólka- og setanarviðurskifti, ella ávís evni innan tína vinnugrein. |
Kl. 14.00 | Kunningartiltak um nýggju dataverndarlógina.Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri kunnandi tiltaki um nýggju dataverndarlógina, sum kemur í gildi 1. januar 2021. Tiltakið er ætlað vinnufyritøkum og er fyri limir í Vinnuhúsinum. |
Tiltakið verður á Salt á Tvøroyri. Les meira her |
Týsdagin 1. desember:
Kl.8.00 - 15:30 | Starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru á Cafe MorMor. Limir kunnu koma framvið at práta um ítøkilig starvsfólka- og setanarviðurskifti, ella ávís evni innan tína vinnugrein. |
Kl. 16.00 | Kunningartiltak á Hotel Bakkanum.Evnið er lønar- og setanarviðurskifti. Endamálið er at lýsa nøkur av teimum viðurskiftum, sum oftast koma fyri í samband við starvsfólkasetanir, og sum kunnu skapa avbjóðingar. Eisini verður komið inn á galdandi lóggávu og broytingar, sum fyri kortum eru gjørdar innan sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. |
Vit bjóða kaffi, te og okkurt leskiligt afturvið. Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin. Fyri at halda almennu tilmælini er neyðugt at boða frá luttøku á[email protected]. |
Vitjanin í Suðuroy er partur av tiltakið, har Vinnuhúsið ferð kring oyggjarnar at vitja limir, skipa fyri kunningartiltøkum og at verða til taks við ráðgeving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald