
Vit leita eftir tímaløtum avloysarum til sølu- og kundatænastu okkara, at taka vaktir/avloysa í vikuskiftum, um kvøldið, halgidagar og í ferium.
Rætti viðkomandi skal hava hegni og vilja til at veita viðskiftafólki okkara eina fyrsta floks tænastu.
TAÐ HEVUR ST??RAN TÝDNING, AT T?????.
-Hevur áhuga fyri kundatænastu
-Ert smílandi og vinarlig/ur av lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
-Trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv
-Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
ARBEIÐIÐ FEVNIR UM???.
-avgreiðslu av ferðafólkum í sambandi við fráferðir og komur hjá flogførum og tyrlum
-ymiskt annað fyrifallandi arbeiði á deildini
TIL R??TTA VIÐKOMANDI KUNNU VIT BJ??ÐA....
-eitt áhugavert og fjølbroytt starv innan kundatænastu og ferðavinnu
-eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss
KR??V:
Tú skalt vera fylt/ur 18 ár og vera stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum og hava góðar telduførleikar.
Starvið verður sett skjótast til ber. Talan er um vaktir/avloysa í vikuskiftum, um kvøldið, halgidagar og ferium.
Arbeiðstíðin er tengd at flogferðsluni, og verður eisini arbeitt um kvøldarnar og halgidagar. Starvið er tímalønt.
Umsókn
Skrivlig umsókn v.m. skal sendast við telduposti til [email protected].
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. oktobur 2021, kl. 15:00.
Vilt tú vita meira um starvið
Nærri upplýsingar um starvið fært tú , um tú vendir tær til Kristinu Fossaberg á tlf. 222118 ella á[email protected] ella Elin Sigvardsen á tlf. 213702 ella á [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald