Vinna

So fer Erla í sigling

...

2020-12-07 21:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SSL skrivar:

Í sambandi við dópin hjá Erlu Kongsdóttir, var hátíðarhald á Bursatanga fyrrapartin.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, bar fyrst fram røðu og greiddi frá tilgondini at byggja skipið, til at tað nú liggur klárt at fara í sigling.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, helt síðani røðu og gleddist um, at vit øll nú hava fingið eitt nýtt og skjóttgangandi eykaskip, sum trygt og skjótt kann og flyta ferðafólk og farm millum oyggjarnar.

Síðani bar Ásvør Vest Niclasen fram yrking hjá landsstýrismanninum, áðrenn hon doypti skipið. Eisini handaði 17 ára gamla Ýr Ákadóttir, Strandferðsluni ein máling, ið nú hongur uppi í salónini á skipinum.

Umborð á skipinum, greiddi Jóhan Petur Abrahamsen, rakstararleiðari, frá um tøknina umborð, og var síðani siglt framvísingartúr til Nólsoyar og aftur til Havnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder