2017-01-13 07:59

Nøkur fólk sótu føst á hálsinum í Sandavági í útvið 9 tímar, frá klokkan 16:30 til klokkan 01:00 í nátt, segði Árni Jakobsen økisleiðari hjá Landsverki við KVF í morgun.
Ein bilur hevði rent seg útav um hálsin, og Landsverk bað Vága kommunu um hjálp, men tað gekk ikki sum vild, tí tvær maskinur hjá kommununi rendu seg útav vegnum tá ið tær vóru á veg at hjálpa. Neyðugt var at fáa kavablásarin hjá Vága Floghavn at hjálpa at fáa tær báðar maskinurnar hjá kommununi leysar, og fólkini úr bilinum. Tá ið kavablásarin kom, kom verulig gongd á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald