2014-05-12 01:08
Slættaberg siglir inn fullfermdur, teir skulu landa á Fuglafirði, men sleppa ikki framat fyrrenn mikudagin, teir fara tí fyrst á Klaksvík, har teir verða um 21-tíðina í kvøld.
Slættaberg landaði seinasta túr í Kollafirði.
Teir fóru nýggjan túr fríggjamorgunin og byrjaðu fiskiskap 20 fj. vestur úr Akrabergi, men endaðu 60 fj. í útsynning úr Akrabergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald