2014-04-05 20:32
Slættaberg kom á Fuglafjørð um middagin við 1.200 tonsum av svartkjafti, sum verður landaður til Havsbrún.
Slættaberg hevur hendan túrin roynt í Bankarennuni, tað seinasta hálið gav 300 tons.
Tá ið Slættaberg fer nýggjan túr í morgin verður farið í ES-sjógv at royna, har tey flestu føroysku skipini eru.
Annars eru nógv russisk og íslendsk skip í føroyskum sjógvi, tey royna eftir svartkjafti einar 70 fj. í útsynning úr Akrabergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald