2014-03-06 18:25
Hvalbiartrolarin Sjagaklettur siglir inn til St. Pierre, har teir skulu landa veiðuna, ið teir hava fiskað á Flemmish Cap. Sjagaklettur hevur fulla last - umleið 260 tons av toski - Sjagaklettur verður inni seint í morgin, teir byrja at landa beinanvegin teir koma inn.
Sørvágstrolarin Brestir hevur eisini landað í St. Pierre, Brestir er ikki farin nýggjan túr, teir fingu onkrar trupulleikar við turbinuni, sum verða umvalt, áðrenn farið verður avstað aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald