2016-08-02 08:59

Nógv undirhald til børnini
Silvalandið á Summar Festivalinum bjóðar konsertir, undirhald og aktivitetir í tveimum ítróttarhallum
Summar Festivalurin bjóðar aftur í ár undirhald og aktivitetir til børnini, og tað verður gjørt meiri burtur úr enn nakrantíð áður.
Silvaland heldur til í KÍ-høllini og Badmintonhøllini, sum eru samanbygdar, og í hallunum verða aktivitetir av alskyns slagi ??? eitt nú hoppiborgir, bilbreyt, sansirúm, teknistova, andlitsmáling, toydýr og annað.
Í Silvalandi verða eisini framførslur við sangarum, gyklara, kórum, dansarum og øðrum.
Froja & Sarah, sum fyrr í ár luttóku í MGP sangkappingini, fara at framføra fyri børnunum í Silvalandi. Eisini ber til at uppliva Kular Røtur, Sørvágsbørn, Superkids og onnur á pallinum.
Silvalandið er ókeypis at brúka hjá øllum, sum hava armband til Summar Festivalin. Allir aktivitetir í Silvalandi eru ókeypis.
Nærri kunning um Silvaland fæst á heimasíðuni sf.fo, har skráin eisini kann síggjast
Skráin sæst á myndini niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald