Vinna

Sildakanningar norðanfyri

...

2014-05-15 03:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrradagin kom Magnus Heinason aftur av árliga sildatúrinum norðanfyri. Fyribilsúrslitini vísa, at áleið sama nøgd var funnin í føroyskum øki í ár, sum tey tvey undanfarnu árini. Hetta hóast at sildastovnurin, sum heild, er í minking. Aftur í ár vaks miðalstøddin av fingnu sildini, og hetta er tíverri ábending um vantandi tilgongd til stovnin.

Á túrinum vera eisini svartkjaftakanningar gjørdar, og her eru úrslitini bjartari. Aftaná nógv ár við lítið av svartkjafti er hetta triðja árið á rað, at vit síggja svartkjaft norðanfyri, og talan er bæði um størri og smærri svartkjaft. Hetta er í tráð við framgongdina í svartkjaftastovninum.

Silda- og svartkjaftakanningarnar eru partur av felags kanningum, sum verða samskipaðar undir ICES. Hini londini, sum eru við, eru Ísland, Noreg, Rusland og Danmark. Síðst í juni verður fundur, har úrslitini frá øllum skipunum verða viðgjørd, og tá verður endalig meting gjørd av nøgdunum av sild og svartkjafti.

Les alla frágreiðingina

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder