JN

Serstøk ílega í føroyska rossinum er hótt

...

2021-10-21 08:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KVF:

DMRT3 ílegan, eisini nevnd Tølt-ílegan, í teimum føroysku rossunum er hótt. Bert trý føroysk ross eru eftir, ið hava hesa serstaku íleguDMRT3 ílegan ger, at rossið fær serligar førleikar til rørslu og verður rossið sera gott at ríða.Mett verður, at henda serliga ílega, stavar frá einum úrbregði sum hendi einaferð í víkingatíð. Av tí at rossini, ið hava hesa íleguna, gerast serliga góð at ríða og hava gott sinnalag, er hugsandi, at víkingar hava valt hesi rossini fram um onnur ross.Íslendska rossið, sum er nær skylt tí føroyska og við sama uppruna, er kent um allan heim, orsaka av sínum eginleikum til tølt og sítt góða sinnalag.Kanningar hava staðfest, at bert trý føroysk ross eru eftir ið hesa serligu ílegu, og tí siga tey frá felagnum Føroysk Ross, at nú má okkurt henda, um DMRT3 ílegan skal varðveitast í føroyska rossinum.Longri grein um íleguna kann lesast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder