Lýsing

Serligur ráðgevi til Góðskudeildina

...

2021-09-21 06:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit leita eftir einum royndum og dugnaligum starvsfelaga til eitt nýtt og spennandi starv í Góðskudeildini. Viðkomandi kemur at hava ein týdningarmiklan leiklut í at leggja lívfrøðiligar ætlanir og samskifti við myndugleikar til rættis.

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú hevur:

  1. Hægri útbúgving innan samfelagsfak, løgfrøði ella fyristing og ein stóran áhuga fyri framleiðslu, lívfrøði og alivinnu.

ella

  1. Hægri lívfrøðiliga ella náttúravísindaliga útbúgving við royndum og áhuga fyri fyrisiting og myndugleika samskifti.

Royndir innan fyrisiting, málsviðgerð og projektleiðslu eru ein fyrimunur. Harumframt er kunnleiki til 360 journalskipan ein fyrimunur.Tað er týdningarmikið, at tú hevur persónligar og fakligar eginleikar at samskipa rakstrarætlanir við nógvum áhugapørtum. Til hetta krevst tyngd og sómi til at kunnu handfara innanhýsis samskifti og uttanhýsis samskifti við myndugleikar.

Tú trívist við at hava yvirskipaða ábyrgd av avbjóðandi fyrisitingarligum uppgávum, sum skulu loysast í samstarvi við aðrar deildir.

Tað er eitt krav at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu.

Starvið

Sum serligur ráðgevi fert tú at hava ábyrgd av at leggja ali- og rakstrarætlanina hjá Bakkafrost til rættis.Herundir attryggja at atlit verður tikið til djóravælferð, myndugleikakrøv og rakstrarætlanir. Tú spælir lyklaleiklut í mun til myndugleikar. Tú fært ábyrgd av at samskipa uppfylging uppá boð, útføring, skjalfesting og kunning í hesum sambandi.

Tú verður partur av Góðskudeildini, ið varðar av djóraheilsu og djóravælferð, matvørutrygd- og góðsku og umhvørvisviðurskiftum. Góðskudeildin samstarvar við aðrar deildir í Bakkafrost samtakinum og miðar eftir at veita holla ráðgeving og dygdarloysnir til allar partar í samtakinum.

Á Góðskudeidini fært tú dugnaligar starvsfelagar, sum arbeiða samstarva væl á einum høgum fakligum støði.

Starvstaðurin er á Glyvrum.???

Vit bjóða

Hjá Bakkafrost raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi og trivna. Í starvinum er stórur møguleiki fyri fakligari og persónligari menning. Harumframt kunnu vit bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, deildarleiðara, á tel. 23 50 20, ella við telduposti til???[email protected].

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreist
Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er 3. oktober 2021.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið F??RKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder