JN

Seinastu sýningar av tveimum komedium hjá Tjóðpallinum

...

2018-09-18 15:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tjóðpallurin fer nú undir seinastu sýningar av svørtu komediuni ???Sjúkt sunn??? og einrøðuleikinum og romantisku komediuni ???Mín fantastiska skilsmissa???

Sjúkt sunn - ein leikur til øll, ið hava heilsuEr tað møguligt, at verða so sunn, at tað í veruleikanum er sjúkt? Hvar gongur markið í millum at tapa seg nøkur kilo og at svølta seg í hel? Er Anorexi ein lívsstílur? Er royking eitt brotsverk móti mannaættini? Hvør eigur luftina? Hvør er sjúkast, tey sjúku ella tey sunnu? Hesar, og fleiri spurningar, fæst kanska svar uppá í SJ??KT SUNN

SJ??KT SUNN er ein øðrvísi og stuttligur máti at taka álvarsom evni upp. Etingarólag er einki at spæla við, men tað ber kortini til at flenna at tí, eins og øllum øðrum, og á tann hátt kanska loysa upp fyri nøkrum hugsanum, spurningum og hugleiðingum um evni.

Mette Heeno hevur skrivað leikritið, Hans Tórgarð hevur týtt og leikstjórnað, og á pallinum eru Gunnvá Zachariasen og Mariann Hansen

Leikurin hevur verið sýndur á Tjóðpallinum og kring landið á skúlum og aðrastaðni, og hevur móttøkan verið sera góð.

Seinastu sýningarnar av Sjúkt sunn vera í Nólsoy 22/9, í Gøtu 23/9 og á Eiði 25/9

Mín fantastiska skilsmissaAngela Kennedy Lipsky er ein kvinna miðskeiðis í lívinum, sum plagdi at vera onnur helvtin av eydnuríka parinum Angela og Max. Max stingur tó av við einum yngri modelli, dótturin flytir út við sjeikinum og eftir situr Angela við hundinum Dexter í stóru familjuhúsunum.

Ein romantisk komedia við Kristinu Sundar Hansen í heimskenda og virðislønta einrøðuleikinum eftir Geraldine Aron.

Leikurin hevur ferðast kring landið og lagt føroyingar flatar í látri og nú vera so seinastu sýningarnar á Tjóðpallinum 21., 22. og 23. september

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder