Vinna

Rannsóknarskip í Vágum

Í 2026 fáa vit í Vágum vitjan av fleiri smærri rannsóknarskipum, eisini nevnd ekspeditiónsskip. Hetta eru smærri ferðamannaskip við áleið 70-200 ferðafólkum umborð, sum leggja dent á natúru-, mentanar- og nærveruupplivingar heldur enn fjøldarferðavinnu

2026-05-21 22:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Fyrsta rannsóknarskip í Vágum í ár kemur til Sørvágs í morgin 22. Mai. Talan er um Seaventure við 69 gestum umborð, sum leggur at kl 7.00.

Samlað koma 10 skip vestur til Vágar í 2026. Skipini leggja at á ymiskum støðum í økinum: trý í Miðvági, fýra í Sørvági, eitt vitjar Bø, og tvey vitja Tindhólm. Hetta gevur eitt fjølbroyttsundurbýti av vitjanum og møguleikar at vísa fram ymisku perlurnar í Vágum.

Yvirlit yvir vitjanir í Vágum í 2026:

22. mai vitjar Seaventure Sørvág
25. mai vitjar Sea Spirit Sørvág
31. mai vitjar Seaventure Sørvág
3. juni vitjar National Geographic Miðvág
7. juni vitjar Ocean Nova Tindhólm
12. juni vitjar Silver Wind Sørvág
25. juni vitjar National Geographic Miðvág
25. juni vitjar Ocean Nova Tindhólm
16.-17. august vitjar Nordstjernen Bø
23. septembur vitjar National Geographic Miðvág

Visit Vágar gjørdi eina reikferðaskipa (cruise) strategi í 2024. Kommunurnar í Vágum høvdu eitt ynski um at fáa fleiri skip at leggja at kai lokalt, heldur enn at vitjandi komu við bussum úr øllum landinum. Vit hava góðar fasilitetir at taka ímóti hesum slagið av skipum, og tí varð málið at fáa í øllum førum 7 vitjanir av smærri skipum í 2029. Og síðani tá hevur verið ein greið framgongd. Vit eru tí sera fegin um, at vit longu í 2026 kunnu bjóða heili 10 skipum vælkomnum. Hetta vísir, at arbeiðið við at luttaka á altjóða cruise-messum hevur givið úrslit, og at áhugin fyri hesum slagið av ferðavinnu í Vágum er vaksandi.

Reikferðavinnan er framvegis í menning hjá okkum, og komandi árini verður nú miðvíst skipað soleiðis, at fleiri upplivingar, túrar og tænastur verða mentar og riknar lokalt í Vágum. Málið er at skapa burðardygga ferðavinnu, sum bæði gevur gestunum góðar upplivingar og samstundis tekur atlit til náttúru, mentan og lokalsamfelagi. Harvið velja vit kvalitet framum nøgd. Við hesum slagnum av skipum hava vit møguleika at menna eina meira ábyrgdarfulla ferðavinnu, sum hóskar væl til náttúruna, mentanina og lokalsamfelagi í Vágum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder