Vinna

Vága kommuna hevur sett nýggjan fíggjarleiðara

Vága kommuna hevur sett Jógvan Kruse í farloyvisstarvið sum fíggjarleiðara hjá kommununi.

2026-05-22 11:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við at fíggjarleiðarin hjá Vága kommunu hevur tikið sæti á løgtingið, hevur kommunan søkt eftir nýggjum fíggjarleiðara í farloyvisstarv.

Tá umsóknarfreistin var farin, vóru átta umsøkjarar til starvið, og eftir eini samlaðari meting varð avgjørt at bjóða Jógvan Kruse starvið.

Jógvan Kruse er 47 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan bæði fíggjarøkið, leiðslu, fyrisiting og KT. Hann tók bankaútbúgving frá Føroya Banka í 2004 og Akademiútbúgving innan fíggjarliga ráðgeving í 2006. Harumframt hevur hann tikið fleiri viðkomandi skeið innan millum annað statistikk, leiðslu og samstarv.

Síðani januar 2025 hevur hann verið stjóri og fíggjarleiðari í terminal.fo, sum nú er partur av Kodio. Frá 2021 til 2024 var hann borgarstjóri í Sunda kommuna, og áðrenn tað var hann stjóri í terminal.fo, sum hann sjálvur stovnaði í 2017. Hann hevur eisini verið fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu og hevur harumframt drúgvar royndir frá bæði Føroya Tele og Føroya Banki.

Vága kommuna ynskir Jógvani Kruse hjartaliga tillukku við starvinum og gleðir seg til samstarvið.

Jógvan byrjar í starvinum tann 1. juli 2026.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder