Vinna

Seinasta BAE RJ-100 úr flotanum hjá Atlantsflogi

...

2014-02-11 20:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Atlantsflog og Malmø Aviation hava í dag undirskrivað ein sáttmála um, at svenska flogfelagið frá august langtíðarleigar seinasta flogfarið av slagnum RJ-100 frá Atlantsflogi. Leigutíðin er 17-30 mánaðir

Sáttmálin, sum Malmø Aviation og Atlantsflog, undirskrivaðu í dag, hevur við sær, at seinasta flogfarið av slagnum BAE Avro RJ-100 er á veg úr flotanum hjá Atlantsflogi. Felagið avgjørdi fyri nøkrum árum síðani at seta eina tilgongd í verk, har eldru flogførini skuldu úr flotanum, og at felagið ístaðin skuldi útvega sær flogfør av slagnum Airbus 319.

Malmø Aviation yvirtekur BAE Avro RJ-100 síðst í august, og leigutíðin er 17-30 mánaðir. Tá seinasta av eldru flogførunum er farið úr flotanum, hevur Atlantsflog ræði á trimum Airbus 319, tveimum BELL 412 tyrlum, og einari tyrlu av slagnum AW 139, sum flogfelagið leigar í mars til at brúka í frálandavinnuni í 2014.

Framtíðarflotin hjá Atlantsflogi er natúrligur partur av strategiarbeiðinum, ið er farið í gongd, og sum verður liðugt í juni. Leigumálið við Malmø Aviation ávirkar ikki ætlaða ársúrslitið hjá Atlantsflogi fyri 2014.

Atlantsflog fleyg frá fyrsta degi við BAE-flogførum. Tey eru so líðandi farin úr flotanum, eftir at Atlantsflog valdi at flúgva við Airbus 319.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder