2021-09-22 18:03

Grindin, ið var funnin á Tangafirði seinnapartin í dag, er merkt til 52 hval.
Grindin var hildin til á Oyrareingjum, og eru tað um 40 ár síðani, at grind seinast varð hildin til har.
Býtt verður í drápspartar, og koma seðlarnir út klokkan 22 á kaiini á Oyrareingjum.
Tey ið mangla salt kunnu venda sær til handilsmannin í Kollafirði - Bergur Robert Dam Jensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald