2021-10-01 09:57

Beint fyri kl. 10 í morgun kom nýggja RUTH skúmandi norður móti Kvívík, har skipið varð signað.
Nógvir kvívíksingar frøddust um nýggja skipið hjá Gullak Madsen, ið er kvívíksingur, har vóru nógv fólk omanfyri Kvívíksklyvar og heilsaðu nýggja skipinum.
RUTH var eisini útfyri vágnum í Sandavági og Miðvági áðrenn leiðin gekk á Kvívík.
Ruth skal landa útvið 1.200 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald