Vinna

Reynsatindur er seldur til Klaksvíkar, har hann fær navnið Pison.

...

2014-02-22 18:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað henda fleiri broytingar í línuflotanum fyri tíðina. 


Fyri tíð síðan kom nýggi Klakkur á Klaksvíkina, og um góða viku kemur línuskipið Eivind, ið felagið Fossá í Sandavágið hevur keypt, men línuskip vera eisini keypt og seld millum reiðarar í Føroyum.

Keldur, sum SKipsportalurin hevur tosað við, siga at línuskipið Reynsatindur, ið hevur ligið seinastu tíðina, er við at vera selt til eitt felag í Klaksvík. 
Tað er felagið, ið eigur Pison, ið brendi fyrr í ár, ið er í fer við at keypa Reynsatind, ið fær navnið Pison aftur.

Pison, ið brendi fyrr í ár, er við at vera selt til felagið, ið eigur Fox, sum er gamla Froya og Max, sum er gamla Jónrit.
Hvat prísirnir eru fyri skipini vita vit ikki.

Um Reynsatind:

Bygdur 1961 á Søviknes Skipsbyggeri, Søvikgrend, Noreg.
Stødd: 272 BRT.
Umbygdur í Hirtshals 2002.

Nøvn:
1961 ??? Pison KG476, Klaksvík ??? P/F Joensen & Olsen.
1991 ??? Pison KG476, Klaksvík ??? P/F KG135 v/Torleif Sigurðsson.
2007 ??? West Freezer VA366, Miðvágur ??? sP/F 476 v/Tummas Jacob á Løgmansbø.
2011 ??? Reynsatindur VA174, Sandavágur ??? P/F Fossá v/Hálvdan.


Kelda: skipini.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder